Talan er í roynd og veru um tvey sløg av lóggávuvaldi, ið uttan sínámillum uppílegging lóggeva hvørt í sínum løgdømi. Í yvirtiknum sermálum liggur lóggávuvaldið hjá løgtingi og landsstýri. Lógir, samtyktar av Føroya løgtingi og staðfestar av løgmanni, nevnast løgtingslógir og verða kunngjørdar í Føroya kunngerðarblaði. Umsiting heimastýrisins er Føroya landsstýri, ið er skipað sambært serligari løgtingslóg. Í teimum málum, sum ikki hoyra undir málsræði heimastýrisins, liggur lóggávuvaldið hjá danska fólkatinginum og ríkisstjórnini. Til tess at tryggja ávirkan heimastýrisins á ríkislógir, ið hava týdning fyri Føroyar, eru reglur í heimastýrislógini um hoyring av heimastýrismyndugleikunum, áðrenn tílíkar lógir verða settar í verk. Til tess at fáa gildi fyri Føroyar skulu ríkislógir eisini kunngerast í Kunngerðarblaðnum. |